Sum orðið sigur, so líkjast – ella herma – hesi evni eftir hormonum - uttan at vera tað, og kunnu sostatt skaða verur, fiska- og djórastovnar og vistskipanir. Fleiri dømi eru um, at evni í gerandisvørum kunnu virka sum hormonhermarar, t.d. ftalat, bisfenol A, octyl- og nonylfenol.
Hormon verða framleidd í serligum kyknum ella kertlum í kroppinum, og verða flutt við blóðinum, ella á annan hátt, til kyknur aðrastaðni í kroppinum, og virka sum boðberi frá einari kyknu til aðra.
Nógv ymisk sløg av hormonum eru, sum ávirka og stýra tilgongdum í kroppinum. Hormonell (endokrin) stýring er ein av týdningarmestu háttunum hjá kroppinum at varðveita fysiologiska javnvág. Harafturat eru nógvar tilgongdir í.s.v. nøring og fosturmenning, vøkstur og búning í stóran mun stýrdar av hormonum.
Ein vælvirkandi hormonskipan er ein fortreyt fyri at viðlíkahalda nógv fysiologisk virki hjá súgdjórum, øðrum ryggdjórum og lægri djórabólkum.
Evni, sum broyta hormonjavnvágina, kunnu vera upphav til eina røð av ymiskum árinum, til dømis nøringstarnan ella óvanlig kynsgøgn, krabbamein, sukursjúku, hjartasjúku, beinbroyskni, skaðar á immunskipan og nervalag, har tað seinna aftur kann føra til broyttan atburð.
Vit tú vita meira? Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400 ella skriva til okkara á us@us.fo |
|